Vatnveiting

Vatnverkið:

Kommunan fekk nýtt vatnreinsiverk í 2001.

Hetta er ein italiensk skipan - FLAMEC kassafilturskipan.

Tá vatnið kemur inn á virkið, fer tað fyrst gjøgnum eitt forfiltur, síðan gjøgnum eitt sandfiltur, haðani í eitt posafiltur, aftaná tað fer so vatnið í FLAMEC fylturi og haðani í eitt UV filtur.Áðrenn vatnið fer í tann stóra brunnin, rennur tað gjøgnum marmorskerv.


Vatnroyndir:

Fyri at tryggja at vatnið lýkur ásett góðskukrøv, verða vatnroyndir tiknar eina ferð um mánaðan.

Vatnroyndir blíva tiknar eftir, at vatnið er sóttreinsað. Royndirnar verða sendar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum kannar vatnið fyri kemiskan og bakteriologiskan reinleika.

Úrslitið verður sent aftur til Porkeris kommunu.

Kanningarúrslitini frá vatnroyndunum kunnu síggjast niðanfyri.


Trubuleikar við drekkivatninum:


Eru trupulleikar við vatnveitingini ella øðrum í samband við drekkivatnið hjá Porkeris kommunu, so vinarliga boða okkum frá.