Frítíðarskúlin
Í Frítíðarskúlanum ganga børn úr 1. og 2. flokki í Porkeris skúla umframt forskúlabólkurin, sum er aldursbólkurin 6-7 ár, og sum áður hava gingið í Dagrøktini. Tey eru nú ein partur av Frítíðarskúlanum. Tey hava fyrrapartin fyri seg sjálvan saman við tveimum starvsfólkum, har skipað verður fyri ymiskum mennandi aktivitetum bara fyri teimum, soleiðis at tey fáa eitt gevandi og mennandi ár, áðrenn tey byrja í skúlanum.
Síðani koma 1. og 2. flokkur afturat kl. 11:30. Vit byrja við at eta matpakka og hava frítt spæl, og síðani kemur dagsins aktivitetur kl. 13-15, har vit gera ymiskt spennandi og mennandi tiltøk saman. Umleið kl. 15 bjóða vit millummála. Síðani eru frítt spæl, borðspøl, tekna, mála, perla v.m. á skránni.
Okkara endamál er, at børnini sleppa at menna seg málsliga, sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga innan tryggar karmar og við umsjón og vegleiðing frá vaksnum. Í frítíðarskúlanum er virðingin fyri frítíðini hjá børnunum í hásæti, og vit raðfesta verkstaðarbeiði og virksemi úti í náttúruni.
Koyring
Tá tit hava tilmeldað Frítíðarskúlan, so geva tit loyvi til ella frá, antin barnið kann verða flutt í bili við Frítíðarskúlanum, tvs. í privatum bili og við trygdarútgerð! Barnið skal altíð sita í trygdarútgerð hóskandi til aldurin.
Myndir
Tit kunnu velja, um tit geva samtykki til ella frá viðv. at leggja myndir út av tykkara barni á facebook bólkin hjá Frítíðarskúlanum í Porkeri, og sum bara er fyri foreldur og starvsfólk.
Upplatingartíðir
Mánadag til fríggjadag frá kl. 11:30 til kl. 17:00.
Samband
Tel: 27 62 88
T-postur: fritidarskulin@porkeri.fo
Okkara beinleiðis tlf.nr. eru:
Birgir 22 72 92
Kirstin 58 59 70
Asta 25 31 15
Vit eru eisini at hitta beinleiðis á messenger.
Facebook bólk
Vit hava ein facebook bólk (Frítíðarskúlin í Porkeri), sum er ætlaður til vanliga kunning viðv. boðum, tiltøkum, ráðleggingardøgum, myndum, ferium v.m.
Vit fara at royna at leggja myndir og kunning út um, hvat vit gera ymisku dagarnar, men sjálvandi ikki frá øllum aktivitetum/tiltøkum! Vit fara at gera nógv ymiskt spennandi og mennandi tiltøk bæði inni og úti ta komandi árið
Bólkurin er bara fyri foreldur og starvsfólk.
Afturlatingardagar
Frítíðarskúlin hevur stongt samsvarandi frítíðini hjá fólkaskúlanum. Tvs. allar vanligar halgidagar og í ferium skúlans.
Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan.
Vitja okkum
Tú ert vælkomin at vitja okkum. Ring til leiðara okkara, Birgir Veyhe, á telefon 22 72 92 ella send ein teldubræv til birgir.veyhe@skulin.fo
Matur og drekka
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Vit eta matpakka kl. 12 í frítíðarskúlanum. Børnini fáa ókeypis mjólk, saft, vatn v.m.
Frítíðarskúlin bjóðar millummála, sum børnini eta millum kl. 14 og kl. 15.
Klæðir og skiftiklæðir
Børnini skulu hava skiftiklæðir við hvønn dag. Harumframt skal hvørt barn hava gummistivlar, regnklæði og hálvhosur. Um veturin skulu børnini eisini hava húgvu, vøttir og eina heita kavadrakt. Øll klæðir skulu merkjast við navni.
Her finnur tú okkum
Frítíðarskúlin hjá Porkeris kommunu
Gjørðabrekka 10
FO-950 Porkeri
Tel: 27 62 88
T-postur: fritidarskulin@porkeri.fo
Námsfrøðiligur leistur
Vit leggja dent á frítíðina hjá børnunum. Skúli og frítíðarskúli eru hvør sítt. Tá barnið er í frítíðarskúla, er talan um frítíð hjá barninum. Vit leggja dent á at skipa ein góðan og mennandi gerandisdag, har vit skipa fyri ymiskum virksemi t.d. spæli, ítriv og annað virksemi. Eisini gera vit nógv burturúr at vera úti, tá veðrið loyvir tí, og harumframt skipa vit fyri túrum út í vøkru náttúruna.
Okkara starvsfólk eru hjá børnunum og ansa eftir teimum. Harafturat bjóða vit børnunum ymisk tilboð, sum tey kunnu taka lut í, um tey hava hug.
Okkara leiðreglur eru, at
· Vit leggja dent á førleikan hjá einstaka starvsfólkinum
· Vit arbeiða miðvíst og tilvitað við aldursbólkunum 6-9 ár. Tað vil siga, at starvsfólkið skal hava neyðugu vitanina um júst hendan aldursbólkin
· Starvsfólkið skal vera tilvitað um menningina hjá einstaka barninum
· Starvsfólkið skal kunna samstarva við børn, foreldur, starvsfelagar og skúla
- Starvsfólkafundir eru 4-6 hvørja viku fyri at tryggja fakligheit, reglusemi, trygd, planlegging v.m.
Ítriv og tiltøk
Vit hava fleiri tiltøk og ítriv á stovninum, og summi eru afturvendandi. Til dømis hava vit:
· Bingo
· Hugnaløtu
· Filmshugna
· Halloween
· Jólahald
· Føstulávintshald
· Føðingardag hjá frítíðarskúlanum
· Útferðir og ymiskar ítróttakappingar
Dagligt samskifti
Tað er týdningarmikið fyri trygdina og tryggleikan á stovninum, at tann, sum fer avstað við barninum, sigur einum starvsfólki frá.
Starvsfólkini skráseta uppmøtingina.
Um tit ynskja, at barnið skal ganga heim, so eru tit vælkomin at ringja ella senda sms á telefonina hjá Frítíðarskúlanum, so geva vit boðini víðari.
Vinarliga boða okkum frá seinast kl. 11, um barn tykkara ikki kemur í Frítíðarskúlan.
Prísir
Barn: kr. 800,00 um mánaðin
Frípláss
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja stovnspláss. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar um frípláss á heimasíðuni hjá kommununi. Søk um frípláss
Uppsøgn
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á heimasíðuni hjá kommununi.
Uppskriving til stovnspláss
Vilt tú skriva títt barn inn í frítíðarskúla, kanst tú avgreiða innskrivingina her