Burturkast
Upplatingartíðir:
Týsdag: frá kl. 17 - 19
Tórsdag: frá kl. 17 - 19
Leygardag: frá kl. 15 - 18
Reglugerð fyri bingjuplássinum í Porkeris Kommunu.
Á bingjuplássinum eru bingjur til tað, ið brennur, til papp, jarn, metal og elektronikk.
Tað burturkast, ið ikki kemur undir hesar bólkar, ráðgevur starvsfólkið á staðnum um.
Bingjuplássið er ætlað til smáar nøgdir av húsarhaldsburturkasti, sum ikki fæst í ruskposan.
Hesar reglur skulu haldast, annars kann starvsfólkið sýta fyri at taka ímóti burturkastinum.
Burturkastið skal skiljast.
1.Burturkast skal verða í posum, so at tað ikki fýkur runt.
2.Størri lutir, sum ikki fáast í bingjurnar, skulu lutast sundur, áðrenn hesir verða latnirplássinum. Pappeskjur skulu buntast saman og leggjast í pappbingjuna.
3.Tey, sum skulu av við størri nøgdir av burturkasti, t.d. oljutangar, ketlar o.a. í sambandvið ný- og umbygging og umvælingar, skulu ikki koma á bingjuplássið við hesum, menvenda sær til IRF viðv. leigu av bingju ella sjálvi koyra burturkastið til IRF.
4.Tað er strangliga bannað at seta burturkast uttanfyri bingjuplássið ella tveita upp umhegnið ella seta tað á kajuna.
Heitt verður á fólk um at gera sítt til, at bingjuplássið er reint og ruddiligt.
Spillolja skal koyrast í spilloljutangan, sum stendur á bingjuplássinum.
Tey, sum hava vinnuligt burturkast, t.d. handlar, virkir, og bátar, skulu ikki koma ábingjuplássið við tí, men mugu fáa sær egna bingju ella koyra tað beinleiðis til IRF.
Nýtt vaskipláss til bilar er eisini gjørt niðan av bingjuplássinum. Heitt verður á fólkum í framtíðini at vaska bilar á plássinum og ikki á kajuni.
Mold, hoyggj, gras o.a. skal ikki á bingjuplássi. Víst verður til móttøkuna yviri á Bugum.Hetta skal tømast úr posunum. Tað er strangliga bannað at blaka plastikkposar v.m. á økinum.
Hvítur posi skal ikki latast inn á bingjuplássið. IRF heintar posan sum vanligt heima við hús.