Kavarudding

Mannagongd og raðfesting fyri kavarudding

Í vanligum kavaveðri taka maskinurnar hjá Porkeris kommunu sær av ruddingini. Tá talan er um stórkava, verður hjálp tilkallað uttanífrá.

Tá ið ruddað verður, er tað eftir hesari raðfesting.

  1. Vegir, har bussleiðin koyrir og sambýli eru
  2. Aðrir vegir, har skúlar, stovnar o.a. eru
  3. Vegir til vinnuøki
  4. Vegir á sethúsaøki


Saltað verður eftir somu raðfesting sum við kavaruddingini, tó verða bara brekkurnar saltaðar.

Undir vanligum umstøðum, verður bara saltað gerandisdagar. Í vikuskiftum verður einans saltað til bussleiðina, eldrasambýlir og til serlig høvi.

Maskinurnar eru stórar og trongt er at grava. Vit biða tí vinarliga um, at maskinurnar fáa frið og pláss at arbeiða. Heitt verður á borgarar at hugsa seg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst. Gott hevði verði, um borgarin grevur fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum.

Annars eru saltkassar settir ymsa staðni til borgarin at brúka, tá tað er neyðugt. Hav í huga, at lítið salt skal til fyri at smelta ísin.

Boða frá, um vegur ikki er grivin