Kirkjan
Kirkjan er bygd í 1847. Hon stendur í tí gamla partinum av kirkjugarðinum, har eisini aðrar kirkjur hava staðið undan hesari. Kirkjan er bygd av viði og er takt við flagi.
Klædningurin er tjøraður, meðan grundin, vindeyguni, hurðarnar, vindskeiðirnar og tornið eru hvít. Innan er kirkjan ómálað.Altartalvan vísir Jesus í Getsemane og er helst meira enn 200 ár gomul. Á altarinum standa fýra messingstakar; teir tveir við hvør sínum ljósi og tveir við 4 ljósum hvør, og kirkjan eigur 4 altardúkar; allir hesir lutirnir eru givnir. Á altarinum standa eisini tveir gipsfigurar við áskriftini St. Johannes og St. Paulus og tann gamli kalikurin frá 1825 og tann nýggjari frá 1987.Í kórinum stendur gamli doypifunturin úr viði við tinfati frá 1789 og tann nýggjari, sum er olmussugáva frá 1923, og er málaður hvítur.Mannfólkamegin í kirkjuni eru 13 stólar, og konufólkamegin eru 12 stólar, har umleið 150 fólk kunnu sita. Í kirkjuni hanga 3 ljósakrúnur, ið eru olmussugávur, og á vegginum hanga eisini tvær minnistalvur. Í kirkjuni hongur modell av sluppuni "Beinisvørð", sum er ein gáva.Úppi yvir hurðini í forkirkjuni hongur ein navnafjøl við árstalinum MDCCCXLVII og við forbókstavunum hjá teimum, sum bygdu kirkjuna; í forkirkjuni stendur eisini gamalur gravsteinur við m.a. árstalinum 1640 og kirkjubússan, sum er modell av kirkjuni. Á loftinum stendur orglið frá 1981. Fyrsta orglið fekk kirkjan stutt eftir 1900.Í torninum hongur gamla kirkjuklokkan frá 1852 og tann nýggjara, sum er givin í 1976.
Á úthurðini er útskorin rosett og kongakrúna- árstalið 1847 og C R VIII.