Talgilt umsókn um loyvi at brenna bál.

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna størri bál. Harumframt skal skrivligt loyvi fáast frá eigaranum av lendinum, har bálið verður brent.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

  • at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
  • at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
  • at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av sløkkiliðinum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, um sløkkiliðið metir trygd og frástøðu vera í lagi
  • at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
  • at frástøða til hús og lutir er nóg stór
  • at ábyrgdarpersónurin er á staðnum
  • at navn, bústaður og fartelefonnummar verður upplýst
  • at, um neyðugt verður hjá sløkkiliðinum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
  • at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir

Mælt verður til at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í sambandi við møguligar brunaskaðar. Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt á bálið. Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

Fyll út talgilt oyðublað niðanfyri.



Aftur