Húsið við á

“Húsið við Á” er bygdarhúsið í Porkeri.

Kommunan keypti ein gamlan møbilhandil og bygdi hann um.Húsið er í tveimum hæddum og kann leigast út til ymisk endamál.Ein nevnd hevur um hendi dagliga raksturin.Í niðara hæddini er hølið við borðum og stólum, har borðreiðastkann til 40 – 45 fólk. Ein lítil køkur er til hetta høli.Í niðaru hædd er WC  inn frá ganginum.Í endanum av húsunum er alment WC, sum hevur egna inngongd.Har eru tvey WC, eitt vanligt og eitt við brúsu til fólk við breki.Breið og góð trappa er upp á ovaru hæddina.Á ovaru hædd er hølið við borðum og stólum, har borðreiðast kann til 80 fólk.Á ovaru hædd er eisini stórur og góður køkur, sum er góðkendur av myndugleikunum.Í húsinum er alt, sum hoyrir til, um tú skal matgera og borðreiða.Í hesi 7 árini, “Húsið við Á” hevur verið í nýtslu, hevur tað verði nógv brúkt,  120 – 150 ferðir um árið, til barnadóps-, konfirmatións-, og føðingardagsveitslur, umfram aðrar veitslur. Skeiðsvirksemi hevur eisini verði í húsinum.Internet er í húsinum, uppvarpari, og televarp til stórskíggja.Eisini ber til at leiga húsið til bólkar, sum ynskja at liggja nátt. Húsið eigur soviundirløg.

Kostnaður fyri at leiga húsið er:

Alt húsið                kr. 1.500,00

Niðara hølið          kr.    500,00


Yvirnáttan í Húsinum við Á

Viðv. útleigan til bólkar: 

Yvirnáttan - vaksin:  100,- kr pr. nátt 

Yvirnáttan - børn 3-12 ár: 50,- kr pr. nátt 

Tó er minsta gjald kr 1.500,- pr. nátt

Um áhugi er at leiga “Húsið við Á” ber til at ringja til formannin Zacharias Bech á tlf. 599226.