Í eystrum
1. Sornhúsið
2. Gomlu sethúsini, seinni nýtt til úthús.
3 Sethús, bygd umleið 1860
4. Sethús og úthús í Skálanum. (Privat ogn)
Býlingurin í Eystrum er elligamal. Søgnin sigur, at í Eystrum búðu tveir brøður. Annar æt Símun og hin Eyðun. Símun búsettist á øðrum stað, men Eyðun var búgvandi her. Hildið verður at staðarnavnið í Eystrum er eftir hesum sama manni.Jørðin vestan fyri húsini er nevnd Eyðunsmørk, ein fløttur er nevndur Eyðunsfløttur og ein heyggjur Eyðuns Reyn.Oman fyri húsini er Eystratrøð og niðanfyri, Eyðunsmørk eystara og Eyðunsmørk vestara.Fyrsti festari í Eystrum, íð nevndur er í jarðabøkrunum, er Peder Jacobsen í Gjørðum, seinni løgmaður, hann festir í Eystrum 1584 til 1601. Nógv bendir á, at búðstaður hevur verið í Eystrum tá, og at hann er fyrndargamal. Umhvørvið har er so at siga óspilt.Her hava vit ein býling við tvinnum sethúsum.Sethúsið í Eystrum er er eftir øllum at døma bygd umleið 1860, tey elstu sethúsini standa niðanfyri og blivu brúkt til fjós, tey standa uppi enn, sum tey altíð hava staði, tey eru í góðum standi, og vestan fyri tey stendur sornhúsið, somuleiðis viðlíkahildið.Umleið 1802 bygdi yngri sonur Jógvans í Eystrum grannahúsið í Skálanum, tey eru rættuliga sjáldsom, av tí at tey eru lagaði heil upp. Hesin sonur Jógvans í Eystrum æt eisini Jógvan, Jógvan í Skálanum, hesin er eftir frásøgn, tann sum ein árla morgun í 1804, boðaði frá at eldur var í Gjørðagarði.Vit vita at í 1649 festir og býr Mikkjal Jógvanson í Eystrum, sonur hansara Magnus tekur við festinum í 1690, og soleiðis hevur ætt eftir ætt búð her í øldir,Húsini í Eystrum eru nú ogn hjá Porkeris Bygdarsavni, og verða tey, so hvørt peningur er til tað, sett í uppruna stand