Økispsykiatri

Økispsykiatriin heldur til á:

Heilsumiðstøðini í Vági - (sama bíðirúm sum tannlæknin, á loftinum)
Vágsvegur 77
900 Vágur

Opið yrkadagar
frá kl. 8 – 16.

Økispsykiatriin virkar í allari Suðuroynni

Starvsfólk:

Gunnhild Mortensen

Sjúkrarøktarfrøðingur

Fartelefon 23 46 67

Teldupost: gunmo@ls.fo

Bodil Finnsson

Sjúkrarøktarfrøðingur

Fartelefon 23 46 68

Teldupost: bodfi@ls.fo

 
Økispsykiatriin er ein partur av psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Virksemið hevur til endamáls at styrkja og stuðla menniskjum við sálarligari órógv. Harafturat verður arbeitt við at geva stuðul og innlit í egna støðu, stuðul til at skipa dagin, samstarva við avvarðandi og onnur viðkomandi, eins og við samrøðum og við undirvísing.

Fólk við sálarligari órógv ella avvarðandi teirra kunnu venda sær til økispsykiatriina.