Reglugerð fyri útleigan av skúlanum

1.Skúlin kann leigast til onnur endamál enn hann er ætlaður til, t.d. brúdleyp, føðingardagar, fundir, legur, ferðandi o.a.  Skúlin má annars altíð verða tøkur í skúlatíðini hjá næmingum og lærarum.

2. Skúlin kann leigast við at venda sær til borgarstjóran.

3. Tann/tey, ið leiga skúlan, skulu hava eitt ábyrgdarfólk, ið hevur ábyrgdina av at skúlin verður latin aftur í sama standi, sum hann var. Einki órudd má liggja eftir í skúlanum.

4. Leigarin kann nýta øll hølir í skúlanum – skúlastovurnar, køkin, auluna, høllina og brúsurnar. Lærarastovan kann ikki nýtast.

5. Amboðini í reiðskapsrúminum í høllini mugu ikki nýtast.

6. Alt, ið verður flutt, skal setast uppá pláss aftur.

7. Lutir, ið næmingarnir eiga, skulu ikki rørast.

8. Royking er ikki loyvd í skúlanum.

9. Álagt verður øllum at fara væl um – til trivnað og gleði fyri øll.

10. Reingerð: a) Gólvini skulu vaskast við ”vaskibon”.

                      b) WC-ini, borð, stólar o.a. skulu vaskast við grønsápu.

11. Øll tól skulu verða sløkt, tá fari verður avstað. Alt rusk skal koyrast í bingjuna. Viskustykkir, klútar o.a. sum er brúkt, skal leggjast í vaskirúmið.

12. Um omanfyri nevndu punktir ikki verða hildin verður álagdur eyka kostnaður á kr. 500,-


     Eru spurningar, kann ringjast til:

     Ásu Holm, borgarstjóra á tlf. 282577

    Lindu Holm, vaskikonu á tlf. 250848


Porkeris Kommuna