Borgari
Missiónshúsið
Tann 18.januar 1933 komu porkeningar saman at tosa um at byggja eitt missiónshús í bygdini. Eitt stýri varð valt at taka sær av hesum. Í stýrið komu: Johannes Bech, Christian Christiansen, Peter Mortensen, Sofus Mortensen, Johan Dam, Zakarias Bech og Morten A. Vejhe.
Grundarsteinurin til Missiónshúsið varð lagdur 14.februar 1933, og húsið varð vígt 12.november 1933.
Regluligu møtini í missiósnhúsinum eru hesi:
Sunnudag: | ||
Sunnudagskúli | kl. 14.30 (undantikið tá ið skúlarnir hava frí) | |
Sunnudagsmøti | Kl. 18.00 | |
Onsdag: | ||
Juniorar | kl. 18.30 |
Streingjakórið venur ónskvøld kl 20
Sjómanskvinnuringurin kemur saman eina ferð um mánaðin
Felags bønarmøti fyri menn annaðhvørt mánakvøld kl 20 (skiftir við missiónshúsini á Tvøroyri og Hvalba)
Tiltøk og annað verður lýst á facebook síðuni hjá missinónshúsinum
vitja facebooksíðuni her
Formaður:
Henning Stenberg tlf. 285564