Dagrøktin

Dagrøktin varð sett á stovn 1 aug. 1997, aftaná áheitan á kommununa frá foreldrunum.Frá 1997 til ár 2000 var barnatalið millum 8 -10 børn í dagrøktini, og tað vóru tveir dagrøktarar í starvi. Í hesum tíðarskeiði høvdu vit eina kjallaraíbúð til spælistovu. Men síðan ár 2000 og til d.d. hevur barnatalið ligið millum 18 - 22 børn, so í løtuni eru 4 dagrøktarar í starvið.Í 2002 fingu vit eini gomul hús frákommuni at nýta til spælistovu fyribils. Hetta vóru øll sera fegin um, tí her var gott pláss, og fingu vit gjørt alt innan so barnavinarligt sum gjørligt.Í 2003 varð eitt foreldraráð valt, og tey hava saman við øllum foreldrunum hjálpt ógvuliga væl til at gera ábøtur í spælistovuni.Annars er ein reglugerð fyri dagrøktina, hvar allir upplýsingar um dagrøktina finnast, og hesa reglegerð fáa foreldrini tá børn teirra verða tilmeldað.Í Apríl 2006 flutti spælistovan í nýggj høli. Kommunan keypti fyri kortum bygningin, sum Suðuroyar Sparikassi átti í Porkeri, tí teir góvust við virkseminum her í bygdini. Bygningurin er umvældur til endamálið og lýkur øll krøv, sum brunaumsjónlandsins setti


Dagrøktin  hevur telefon nr.  374288

Prísir fyri barnaansing:Barn fulla tíð                                 

kr. 1.200,00Barn ½ tíð                                      

kr.   600,00

Um fleiri systkin eru, er 3. barnið ókeypis.