Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Vatnverki­
Kommunan fekk nýtt vatnreinsiverk í 2001. Hetta er ein italiensk skipan - FLAMEC kassafilturskipan. Tá vatnið kemur inn á virkið, fer tað fyrst gjøgnum eitt forfiltur, síðan gjøgnum eitt sandfiltur, haðani í eitt posafiltur, aftaná tað fer so vatnið í FLAMEC fylturi og haðani í eitt UV filtur. Áðrenn vatnið fer í tann stóra brunnin, rennur tað gjøgnum marmorskerv.