Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
F R Á B O Ð A N. Sagt verður hervið frá, at møguleiki er at tekna seg til ”Ung í Arbeiði 2014” hjá Porkeris kommunu. Arbeitt verður í viku 27 og 28, og umfatar hetta arbeiðið ungdómar í kommununi, ið hava fylt 14 ár, men ikki fylt 17 ár. Tey, ið ynskja at vera við, kunnu siga frá á telefon 254430/ 211603 ella á kommunuskrivstovuni telefon 373603. Fráboðanarfreistin er í seinasta lagi tórsdagin 26. juni 2014. Porkeri, tann 12. juni 2014. Mikkjal Sørensen, borgarstjóri. Lars Djurhuus, skrivari.