Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
SUÐUROYAR BARNAVERNDARTÆNASTAN  Suðuroyar Barnaverndartænasta umfatar: Sumba, Vágur, Porkeri, Famjin, Hvalba, Hov og Tvøroyri Umsitingin hjá barnaverndartænastuni er á kommunuskrivstovuni hjá Tvøroyrar kommunu, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri. Barnaverndartænastan hevur telefon 611085, T-postur: barnavernd@tvoroyri.fo Vakttelefonin eftir arbeiðstíð 212300 Postaddressa: Suðuroyar Barnaverndartænasta, Postboks 104, FO-810 Tvøroyri Starvsfólk: Anna Malena Gilstón, leiðari Jóneleyg Eyðunsson, málsviðgeri Unn Michelsen, málsviðgeri Oddvá Thomsen, málsviðgeri Mirjam Mikkelsen, málsviðgeri Avgreiðslutíð: Mánadag – fríggjadag kl. 10.00 – 16.00 Barnaverndarnevndin: Malan Petersen, Famjin, forkvinna Amy Bech, Sumba Maud Benjardøgg, Vágur Birgir Veyhe, Porkeri Barbara Gram, Tvøroyri Sylvia Poulsen, Hvalba Maiken Josveinsdóttir, Hov Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa tað hjálp ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra. Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni , at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt. Tú kann venda tær til Barnaverndartænastuna um tú, barn títt ella familjan hava ringar umstøður og hava tørv á hjálp til at mýkja gerandisdagin. Tú kann eisini seta teg í samband við Barnaverndartænastuna um tú veit um familju ella barn ið tørva hjálp. Tú kann vera ónevndur um tú ynskir tað. FRÁBOÐANIN ER FYRSTA FET AT STØÐGA EINI SYRGILIGARI LAGNU Tað er ikki altíð lætt at vita við vissu, nær eitt barn er fyri misrøkt ella ikki, men sum borgarar í samfelagnum eiga vit ikki at venda blinda eyga til, tá vit hava varhugan av, at talan er um misrøkt av einum barni. Vit skilda barninum bestu kor at liva undir, og eiga tí at boða mynduleikunum frá hesum. Lógin um barnavernd er sera greið tá talan er um fráboðan. Øll hava vit skildu at boða mynduleikunum, um vit kenna til mál, har barn verður fyri misrøkt. Lógin sigur at øll hava fráboðanarskyldu, men skilur tó ímillum meiniga borgaran og tann sum í starvi sínum hevur við børn at gera, tá talan er um navngivna fráboðan. Fráboðanir skula vendast til barnaverndina í tínum øki. Eftir fráboðan, viðgerð barnaverndin fráboðanina. Kapittul 3 í barnaverdarlógini- Fráboðanarskyldan § 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at viðurskifti eru, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum. Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin. Stk. 3. Fráboðast skal eisini eftir stk. 1 og 2 um kvinnu, ið er við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært hesi lóg, t.d. vegna rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum. Stk. 4. Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk sambært hesi lóg, sí §§ 45 og 49. Stk. 5. Barnaverndartænastan skal boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin er móttikin.