Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Porkeris skúli. Starv leyst at søkja í Porkeris skúla skúlaárið 2016/2017: Eitt starv sum stuðul, 22 tímar um vikuna, lønarbrot 0,5, til næmingar við serligum tørvi. Søkt verður eftir stuðli, sum: undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans dugur at samstarva og er fyrikomandi Stuðlar verða løntir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Starvið er tíðaravmarkað og verður sett fyri skúlaárið 2016 – 2017. Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi  mánadagin 8. august 2016, kl 18.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mannbjørn Olsen, skúlaleiðara mobil 262864 ella við at senda t-post til mannbjoern.olsen@skulin.fo
Ě Ě Ě