Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Porkeris skúli  2017/2018 Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2017/18 Talan er um avlopstímar, setanarbrot uml. 0,19 (uml.5 t/v), endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2017. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1 – 29.2 Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari framanundan. Umsøkjari skal kunna undirvísa í øllum lærugreinum í 1. til 7. flokk. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, opin fyri samstarvi við bæði leiðslu, lærarar, næmingar og foreldur. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran Mannbjørn Olsen, 262864 Umsókn við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu sendast til Mannbjørn Olsen, Bakkafløttur 10, Porkeri ella á mail: mannbjoern.olsen@skulin.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 22. mai 2017 kl 12.00 Søkt verður eftir stuðulsfólki til skúlaárið 2017/2018 til næmingar við serligum tørvi. Starvið hevur lønarbrotið 0,3 Fyrimunir hevur umsøkjari við royndum og viðkomandi útbúgving. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, opin fyri samstarvi við bæði leiðslu, lærarar, næmingar og foreldur. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran Mannbjørn Olsen, 262864 Umsókn við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu sendast til Mannbjørn Olsen, Bakkafløttur 10, Porkeri ella á mail: mannbjoern.olsen@skulin.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 22. mai 2017 kl 12.00