Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Porkeris skúli. Happing. Happing verður als ikki loyvd í skúlanum. Tað skal vera ein rættur hjá øllum næmingum at kenna seg tryggar í skúlanum. Trivnaður er ein grundleggjandi fortreyt fyri góðum læriumhvørvi. At læra krevur tí, at tú hevur álit á teimum, tú arbeiðir saman við, teimum, tú gongur í flokki saman við og trívist í umhvørvinum, tú ert í. Happing elvur til mistrivna hjá øllum flokkinum, lærarum og foreldrum. Hvat er happing? Happing er tá onkur, ferð eftir ferð í eitt ávíst tíðarskeið, ímóti vilja sínum er offur fyri ágangi frá einum ella fleiri persónum. Happing kann fara fram allastaðni, bæði innan skúlans gátt og í frítíðini. Beinleiðis happing kann vera: Harðskapur, t.d. eitt skump, eitt slag ella spark o.l. Gerðir saman við hóttanum og háðanum. Óunnilig og særandi orð, t.d. munnliga, við sms-boðum ella chatting. Útihýsan frá felagsskapi ella bólkum. Óbeinleiðis happing kann vera: Gerðir uttan orð, m.a. herming og ljótt kropsmál. Tilvitað látast ikki síggja persón til tess at særa. Niðurgerandi umtala. Miðað verður ímóti at lærarar, foreldur og næmingar: Vita hvat happing er Vita at happing ikki verður told. Saman arbeiða móti happing. Læra seg at síggja, nær happing verður framd. Eru við at steðga happing. Vita at vit mugu øll taka ábyrgd, tá happing fer fram Fyribyrgjandi tiltøk. AKT-lærarin hevur næmingasamrøður um heystið og heilsufrøðingur um várið. Flokslærarin, saman við lærarum og leiðslu skúlans skipa fyri fleiri afturvendandi tiltøkum fyri at skapa trivna. Hvat gera vit tá næmingur verður happaður? 1. Flokslærarin steðgar ítøkiligu happingini, í samráð við AKT-lærara/heilsufrøðing, og tekur sær av tí happaða. Leiðsla skúlans verður kunnað. 2. Foreldur/verji hjá tí happaða verða kunnað. 3. Flokkurin og lærarir í flokkinum verða kunnaði, og lagdar verða ætlanir, um hvussu trupulleikin skal loysast. Hvat gera vit tá næmingur happar? 1. Flokslærarin steðgar ítøkiligu happingini, í samráð við AKT-lærara/heilsufrøðing, og tekur sær av happaranum. Leiðsla skúlans verður kunnað. 2. Foreldur/verji happarans verða kunnað. 3. Flokkurin og lærarir í flokkinum verða kunnaði,og lagdar verða ætlanir, um hvussu trupulleikin skal loysast. Hvørji onnur tiltøk kunnu setast í verk? Tosa við happaran, tann happaða og flokkin Seta happaran og tann happaða saman og tosa við teir Festa á blað skrivliga avtalu millum skúla, happaran og foreldur hansara. (Eftirmeting annanhvønn mánað) Hava serliga vakin eygu við teimum, sum eru partar av trupulleikanum Skráseting av gerðum, fyri at gera málini ítøkilig Møguliga vísa happaranum úr skúlanum ávíst tíðarskeið. Hvat kann heimið gera, gerast tey varug við happing? Av tí at happing ofta fer fram í frítíðini hjá børnunum, er tað av stórum týdningi, at foreldur seta seg í samband við flokslæraran. Vísa áhuga fyri sosiala partinum í flokkinum. Tosa ikki ilt um floksfelagar barnsins ella foreldur teirra. Royna at fáa títt barn at verja tey, ið ikki klára seg sjálvi.       Hvussu forða vit framhaldandi happing? Tað er sera týningarmikið at vit vísa á, at happing als ikki verður góðtikin og at øll nýta høviskan atburð móti hvørjum øðrum. Umráðandi er at øll hava eitt vakið eygað við tí, sum fer fram og at arbeitt verður við happingarmálinum í longri tíð. Eisini er av stórum týdningi, at øll, bæði lærarar, næmingar og foreldur, hava kunnleika til og gera brúk av happingarreglum skúlans. Eru tit áhugaði fyri  meira lesnaði um happing, kunnu tit googla: Dan Olweus Helle Rabøl Hansen eXbus