Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 2.  oktober  2017 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Hetta mál er tikið av skrá. Kemur fyri á eykafundi seinni. 2. Samtykt er at stuðla 3a í Miðnámsskúlanum. Samtykt er at stuðla 3x í Miðnámsskúlanum. Samtykt er at stuðla Seyðasýningini. Semja er um ikki at stuðla Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn. Semja er um ikki at stuðla bókaútgávuni um Skarðsbygd. Semja er um ikki at stuðla felagnum Víkingaskip til keyp av øki til víkinganeyst. Semja er um ikki at stuðla bókini Miðnámsrit 2017. 3. Kunnað bleiv um ætlanir at seta á stovn eldraráð fyri Suðuroynna. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri august 2017, kr. 701.990 & skattainntøkur fyri september 2017, kr. 703.765 Porkeris Bygdarráð.