Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi týsdagin 13. oktober  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. Hesin fundur var ásettur at vera 5. oktober 2015, men varð útsettur. Áðrenn bygdarráðsfundurin byrjaði, hevði borgarstjórin Mikkjal Sørensen ynski um at fáa við í skránna sum punkt nr. 8:  Skriv frá Mannbjørn Olsen, fyrstalærara við Porkeris skúla um lektiuhjálp til næmingar, ið høvdu tørv á slíkari hjálp. Hetta ynski borgarstjórans varð einmælt samtykt av bygdarráðnum. 1. Tilmælið um flyting millum konti í figgjarætlanini hjá Porkeris kommunu fyri árið 2015 varð einmælt samtykt við aðru viðgerð. 2. Samtykt varð at gera lampustøðini í skúlanum eftir verandi uppskoti. Samtykt varð, at  keypið av ljósarmaturunum steðgar til seinni støðutakan. 3. Samtykt varð at stuðla Torgir Strøm í sambandi skriving  av bókini ”Úr Porkeris Søgu”. Samtykt varð, at kommunan gevur bókina út, og at søkt verður um stuðul til útgávuna frá ymiskum stovnum og virkjum. 4. Samtykt varð at stuðla 3. A  í Miðnámsskúlanum í Suðuroy til námsferð við 2.000 krónum. 5. Samtykt varð ikki at ganga umsóknina um stuðul  á møti frá ” Ung í Føroyum 2015 ”. 6. Samtykt varð at stuðla FC – Suðuroy fyri árið 2015 við 10.000 krónum. 7. Borgarstjórin kunnaði um skattainntøkuna árið 2015 hjá Porkeris kommunu fyri mánaðirnar juli: 729.344 krónur, august: 649.916 krónur og september: 797.139 krónur. 8. Samtykt varð at hava eitt royndarár í Porkeris skúla viðvíkjandi lektiuhjálp til næmingar skúlaárið 2015/2016. Porkeris Bygdarráð.