Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum tórsdagin 6.  september  2018  kl. 20.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er, at gjørd verður marknaumskipan av matr. nr. 46a og 46b. 2. Samtykt er at leingja verandi sáttmála til skúlabarnaflutning til 30. apríl 2019. 3. Semja er um, at kommunan framhaldandi heldur seg til samstarvi, ið er í dag. 4. Samtykt er at játtað Porkeris skúla lektiukafé, skúlaárið 2018/2019. 5. Samtykt er at stuðla Deyvafelagnum. Samtykt er at stuðla Føroya Sunnasta hálvmaraton. Samtykt er at stuðla oyggjasýningini ( seyðasýning ) í Suðuroy. 6. Kunnað bleiv um hesi mál, sum eru komin til hoyringar: Uppskot til kunngerð, førleikakrav til førara á motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar, herundir vatnskutarar. Broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing, og um kærunevnd í lendismálum, og broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða. Kunnað bleiv um felagskapin ” Rudda Føroyar ”. Kunnað bleiv um kjarnuboringar í hagapartium ”Heiðarninr”. Kunnað bleiv um skriv frá Landslæknanum. Kunnað bleiv um trupulleikan við tómum sethúsum í Porkeris Kommunu. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri juni/juli 2018: kr 1.563.864 Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri august 2018: kr 782.457. Porkeris Bygdarráð.