Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi ónsdagin 2. september  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, Rannvá Albinus og Eilin Hovgaard, ið møtti fyri Mikkjal Sørensen, sum er burturstaddur. Fyrst varð skriv frá Mikkjal Sørensen lisið upp, har hann fráboðar, at hann er burturstaddur í tíðarskeiðinum 2. september 2015 til 12. september 2015, og at Eilin Hovgaard tekur sæti í hansara stað í bygdarráðnum í hesum tíðarskeiði. Hetta varð einmælt samtykt av bygdarráðnum. 1. Samtykt varð at taka av tilboði frá Vágs Timburhandli uppá tilfar áljóðandi  232.168 krónur uttan MVG. Samtykt varð at taka av tilboði frá SH-Bygg uppá arbeiðsløn  áljóðandi 456.980 krónur uttan MVG. Samtykt varð at taka av tilboði frá H-DYGD uppá vindeygu og annað tilfar áljáðandi 126.250 krónur við MVG. 2. Samtykt varð við fyrstu viðgerð at flyta av likvidum í fíggjarætlanini  fyri árið 2015 upphædd stóra krónur 250.000 til kontu nr. 140.200 (Tilfar og viðlíkahald). Porkeris Bygdarráð.