Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi ónsdagin 10. sept. 2014.   Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. Hesin bygdarráðsfundur skuldi av røttum verið 1. sept. 2014, men varð útsettur. 1. Borgarstjórin Mikkal Sørensen gjøgnumgekk roknskapin hjá Porkeris kommuni fyrra hálvár 2014 saman við bygdarráðnum. Møguleiki var hjá bygdarráðslimum at seta fram fyrispurningar og gera viðmerkingar. 2. Samtykt varð at velja Andreas Berg sum varalim í stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy. 3. Samtykt varð at stuðla SSP-tiltakið hjá 8. flokki í Vági við 450,00 krónum. 4. Samtykt varð at stuðla námsferð hjá skúlaflokki í Miðnámsskúlanum við 3.000,00 krónum. 5. Samtykt varð at stuðla FC-Suðuroy við 10.000,00 kr, og er hesin stuðul galdandi fyri árið 2014. 6. Ymiskt: a) Kunning um eftirlit sambært § 4 og § 5 í barnaverndarlógini. b) Kunning um arbeiðið hjá Karini Strøm sum heilsufrøðingur í Porkeris skúla skúlaárið 2013/2014. c) Kunning um tilmæli frá ferðavinnuni í Suðuroy um, hvussu framtíðarferðavinnan kann skipast á     besta hátt. d) Uppskot til kunning um almannakunngerðing av føroysku bygningsreglugerðini 2015 (FBR-15). Porkeris Bygdarráð