Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á eykabygdarráðsfundi týsdagin 14 juli  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at heita á Sp/f  S. H. Bygg um at koma við einum tilboði uppá timburarbeiðið, og at heita á Vágs Timburhandil um at koma við einum tilboði uppá tilfarið, ið skal nýtast til umvæling av skúlanum. 2. Samtykt varð at geva Elnar Holm byggiloyvi til gerð av grótgarði á matr.  nr.  33e  uttan um sethúsini, og at garðurin verður gjørdur inni á ogn hansara. 3. Samtykt varð at geva Herman Olsen byggiloyvi til gerð av garði uttan um sethúsini á matr. nr. 105e inni á ogn hansara, men áðrenn garðurin niðan móti Dalsvegi verður stoyptur, skal bygdarráðið verða boðsent til endaliga støðutakan. 4. a). Skriv frá Karini Strøm heilsufrøðingi varð gjøgnumgingið viðvíkjandi trivnaði hjá  skúlabørnum í Porkeris skúla. b).  Kunningarskriv frá Jarðfeingi har sagt verður frá,  at neyðugt verður at flyta royndarvindmylluna nakað suðureftir og inn í Dalshagan fyri at at fáa fastari undirlendi at bora í. c).   Kunning um skattaintøkuna hjá Porkeris kommunu fyri juni mánað 2015, sum er: 704.259 krónur. d).   Kunning um túrin í Vágunum nú í summar hjá ” Eldrahugna ”. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð.