Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum mánadagin 1. juli 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at keypa umleið 10.000 m2 frá Handara parti til ídnaðarøkið í Heiðunum. Eisini er samtykt at taka lán til hetta endamálið. 2. Samtykt er at Niels Juul Stenberg yvirtekur leigusáttmálan á matr.nr. 17. 3. Samtykt er at geva graviloyvi til matr.nr. 142a. Byggiloyvi verður eisini givið til matr.nr.142a. 4. Samtykt er at matr.nr. 48d verður býtt sundur. 5. Roknskapur og grannskoðanarprotokoll fyri 2018 er samtykt. 6. Fíggjarætlanin 2019 fyri Bú- og heimatænastuna er samtykt. 7. Samtykt er at stuðla eldradegnum í Suðuroynni. Samtykt er ikki at stuðla Tvøroyrar Bóltfelag (fótbóltskúla). Hesi mál vóru til hoyringar: 8. Kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi. Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um loðsing, gjøld o.a. Uppskot til kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi o.a. Kunnað bleiv um ferðafrásøgn hjá eldrahugnanum norður í Kallsoynna. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri mai: kr. 818.185. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri juni: kr. 942.148. Porkeris Bygdarráð.