Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 26.  juni  2017 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Roknskapurin fyri 2016 og grannskoðanarprotokoll fyri 2016 eru gjøgnumgingin og góðkend. 2. Samtykt er at játtað lektiukafé 6 tímar um vikuna frá hálvum september 2017 til endan av apríl 2018. 3. Samtykt er at stuðla til veitslu í Húsinum við Á. 4. Samtykt er at senda eina reglugerð fyri nýggja bingjuplássi í Porkeri, í hvørt hús í kommununi. 5. Eitt mál kom á skrá afturat, um byggiloyvi til garð á matr. nr. 149d. Samtykt er at bygdarráðið kemur á staðið áðrenn arbeiði uppá garðin byrjar. Porkeris Bygdarráð.