Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mándagin 29. juni  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech og Rannvá Albinus. Borgarstjórin ynskti at fáa tvey mál aftrat í skránna til henda fundin, og vóru tey: Tilboð frá Vágs Timburhandli uppá kantsteinar og tilboð frá Sp/f BKE uppá grevstur av vatnleiðing, og varð hetta samtykt av bygdarráðnum. 1. Samtykt varð at taka av nýggja tilboðnum frá H-DYGD áljóðandi krónur 463.000 íroknað MVG í sambandi við umvæling av skúlanum nú í summar. 2. Borgarstjórin gjøgnumgekk roknskapin hjá Porkeris kommunu 1. kvartal 2015, og var møguleiki hjá bygdarráðslimum at seta fram fyrispurningar. 3. Samtykt varð at taka av tilboði frá Suðuroyar Sparikassa um at steðga við avdráttum av lánunum í árinum 2015, meðan rentan verður goldin sum vanligt. 4. Samtykt varð at stuðla ”Nordisk Kystkultur” við 4.000 krónum, nú sluppin ”Johanna”  í hesum sambandi fer til Álands at vitja. 5. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Vágs Timburhandli uppá kantsteinar uttan um parkeringsøkið á Gøtuteiginum. 6. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Sp/f  BKE uppá grevstur av vatnleiðing niðan á Melakeldur. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð.