Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi týsdagin 24. juni 2014. Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. Hesin fundur var ásettur at vera 23. juni 2014, men varð útsettur. 1. Samtykt varð at taka undir við fyriliggjandi uppskoti av samstarvsavtalu um ”Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy. Semja varð um at mæla til, at staðsetingin av umsitingini verður í Vági. Semja varð um, at tá íløgur skulu fremjast, skulu í minsta lagi 2/3 av fólkatalinum í kommununum (31. desember árið frammanundan) vera fyri ætlanini. Sum alternativ til hetta uppskot varð semja um at taka undir við uppskotinum frá Almannamálaráðnum, ið er fylgjandi: Fyri at fremja íløgur, skal ein meiriluti av stýrislimunum taka undir við íløguætlanini, ið samstundis umboðar ein meiriluta av fólkatalinum í kommununum. (31. desember árið frammanundan) Semja varð um, at hetta kemur í sáttmálan: Sambært fráboðan frá Fíggjarmálaráðnum frá 16. juni 2014, skal samstarvið hava sjálvstøðugan roknskap, og annars fylgja ásetingum í kunngerð nr. 89 frá 15. oktober 2008 um roknskaparverk kommunanna og tílikt. Samstarvið nýtir KT-tænastur, sum landið bjóðar, og verða viðurskiftini viðvíkjandi roknskapi og KT-tænastum avtalað nærri í: Sáttmála um tænastustig av roknskapar- og KT-tænastum millum landið og samstarvið. Eftirlitið verður skipað í millumkommunalum samstarvi eftir kunngerð sambært LL nr. 19/2014 § 19, stk. 3. 2. Semja varð um at steðga við at taka støðu til umsóknina frá " Spískamarinum " til nærri upplýsingar fyriliggja. Samtykt varð at stuðla umsóknina " Team Rynkeby Føroyar " við 2.000 krónum. Samtykt varð ikki at luttaka í tiltakinum " Teir føroysku dagarnir ". 3. Kunning um " Heilsunýskipanina ". Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð