Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mándagin 1. juni  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech og Rannvá Albinus. 1. Borgarstjórin gjøgnumgekk roknskapin hjá Porkeris kommunu fyri roknskaparárið 2014. Roknskapurin javnvigar við 9.876.896 krónum, og fíggjarstøðan tann 31. desember 2014 javnvigar við 7.863.838 krónum. Møguleiki varð hjá bygdarráðslimum at seta fram fyrispurningar og gera viðmerkingar til roknskapin. Síðan gjørnumgekk borgarstjórin grannskoðanarprotokollatið dagfest 1. juni  2015 viðvíkjandi roknskapinum hjá Porkeris kommunu  fyri árið 2014. Møguleiki varð hjá bygdarráðslimum at seta fram fyrispurningar og gera viðmerkingar til grannskoðanarprotokollatið. Roknskapurin hjá Porkeris kommunu fyri árið 2014 varð einmælt góðkendur av bygdarráðnum, og síðan undirskrivaður. Grannskoðanarprotokollatið dagfest 1. juni 2015 varð einmælt góðkent av bygdarráðnum, og síðan undirskrivað. 2. Samtykt varð at hava tiltakið  ”UNG í ARBEIÐI 2015”  í vikunum 28 og 29. Hetta arbeiðið umfatar ungdómar her í kommununi, ið hava fylt 14 ár, men ikki fylt 17 ár, tíðarskeiðið arbeiðið varar. Porkeris Bygdarráð.