Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 2. juni 2014.   Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. Við á fundinum var grannskoðarin hjá Porkeris kommunu Bjarni Arnason. 1. Samtykt varð við aðru viðgerð at góðtaka flytingarnar millum konti í fíggjarætlanini hjá Porkeris kommunu fyri árið 2014. 2. Borgarstjórin Mikkjal Sørensen gjøgnumgekk roknskapin hjá Porkeris kommunu 1. kvartal 2014, har møguleiki var hjá bygdarráðslimum at seta fram fyrispurningar og gera viðmerkingar. 3. Semja varð um at Porkeris kommuna tekur undir við, at Kommunufelagið byggir eitt nýtt høvuðssæti í Tórshavn. 4. Samtykt varð at stuðla Suðuroyar Svimjifelag við 10.000 krónum galdandi fyri árið 2014. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð