Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á eykabygdarráðsfundi leygardagin 31. mei 2014.   Á hesum eykabygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. Við á fundinum var grannskoðarin hjá Porkeris kommunu Bjarni Arnason. 1. Borgarstjórin Mikkjal Sørensen gjøgnumgekk ársroknskapin hjá Porkeris kommunu fyri árið 2013. Roknskapurin javnvigar við 12.969.087 krónum, og fíggjarstøðan tann 31. desember 2013 javnvigar við 8.447.459 krónum. Síðan gjøgnumgekk Bjarni Arnason, grannskoðanarprotokollatið dagfest 30. mai 2014 viðvíkjandi roknskapin hjá Porkeris kommunu fyri roknskaparárið 2013. Møguleiki var hjá bygdarráðslimunum at seta fram fyrispurningar og gera viðmerkingar bæði til roknskapin og til grannskoðanarprotokollatið. Roknskapurin hjá Porkeris kommunu fyri árið 2013 varð einmælt góðkendur og undirskrivaður. Grannskoðanarprotokollatið dagfest 30. mai 2014 í sambandi við ársroknskapin 2013 varð einmælt góðkent og undirskrivað. Porkeris Bygdarráð