Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 1.  maj  2017 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at taka av tilboðnum uppá neyðtrappu frá Plan Trapper í Danmark. 2. Samtykt er at byggiloyvi verður givið til garagu á matr. nr. 1t. 3. Samtykt er at viðmæla matstovuloyvi og skeinkiloyvi til Matstovuna. 4. Samtykt er at taka av tilboðnum frá Gudmund Larsen um íbinding av gøtuljósum. 5. Samtykt er at bíða við at taka støðu til tilboð uppá asfaltering. 6. Samtykt er at taka av tilboðnum frá Tangavirkinum viðv. spilloljutanga. 7. Samtykt er ikki at stuðla GSD-felagnum. 8. Kunnað bleiv um skriv frá Verk v/ Eilif Dimon í samb. við nýggju bygningskunngerðina. Kunnað bleiv um skattainntøkurnar fyri apríl 2017, ið er kr. 732.152,00. Kunnað bleiv um møguleika at senda 7.floks næmingar í Poreris skúla, til Vágs skúla ein dag um vikuna til undirvísing. 9. Samtykt er at skipa “ Ung í arbeiði ” í viku 26 & 27 í 2017. Porkeris Bygdarráð.