Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 2. mei 2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at geva byggiloyvi til felags reising av neystunum hjá Salmun Bech og Mannbjørn Olsen. Meðan hetta mál var fyri, vóru Rannvá Albinus og Sveinur Bech ikki við á fundinum. 2. Samtykt varð at geva Lív í Baiansstovu loyvi til umbygging av sethúsum á matr. nr. 96a í Porkeri. 3. Samtykt varð at geva Mirian Bech loyvi til gerð av bilplássi á matr. nr. 7b í Porkeri. Meðan hetta mál var fyri, var Eyðolf Bech ikki við á fundinum. 4. Samtykt varð at bíða við at taka avgerð í hesum málið. 5. Samtykt varð at veita kr. 385.144,00 í eykajáttan til Bú- og Heimatænastuna fyri árið 2015. 6. Samtykt varð ikki at veita stuðul til Parkinsonfelagið, Føroyingafelagið í Aalborg og Demokratia. 7. Skriv frá Kommunufelagnum vegna Mentamálaráðið um uppskot viðv. avtalu millum Fjølrit, Kommunufelagið og Mentamálaráðið um vard verkstøð í fólkaskúlanum. Eisini var kunnað um tilboð frá Demich um jarðhita. 8. Samtykt var at taka undir við at Kári Jacobsen er fyribils settur sum leiðari. Porkeris Bygdarráð.