Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mándagin 11. mai  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech og Rannvá Albinus. Hesin bygdarráðsfundur skuldi av røttum verið 4. mai 2015, men varð útsettur. 1. Tvær kærur vóru innkomnar í sambandi við broyting av byggisamtyktini. Ein frá Hilmar Bech, Zacharias Bech (e) og Mortan Holm, og hin var  frá Eli Frederiksen, Gunnbjørn Petersen og Sigmundi Olsen. Mikkjal Sørnsen, Sveinur Bech og Andreas Berg tóku ikki undir við kærunum,  meðan Rannvá Albinus stemmaði blankt. Eyðolf Bech var ikki við á fundinum, meðan hetta mál var til viðgerðar. 2. Samtykt varð at halda seg til góðkendu fyriliggjandi spillivatnsætlan, og at frárenningin verður løgd í rør til íbinding í kommunala kloakk. Verða hesar treytir ikki uppfyltar, verður einki byggiloyvi givið. 3. Samtykt varð at geva loyvi at seta upp mastur til vindmátingar í haganum ” Heimari Partur ” Porkeri treytað av, at øll onnur loyvi fyriliggja. 4. Samtykt varð at keypa 100 gravarpelar, og at byrjað verður við teim elstu gravstøðunum í kirkjugarðinum. 5. Bygdarráðið tekur undir við, at arbeitt verður víðari við málinum um fíggjarlig fríplássi. 6. Samtykt varð ikki at ganga umsóknina  á møti. 7. Samtykt varð ikki at ganga umsóknina  á møti. 8. Samtykt varð ikki at ganga umsóknina  á møti. 9. Samtykt varð at taka undir við, at leiðarin av Suðuroyar Barnaverndartænastu verður settur í fulltíðarstarv. 10. Kunning: a).   Kunnað varð um at áseta 67 ára fráfaringaraldur. b).   Kunnað varð um ætlað felagshús hjá Kommunufelagnum. c).   Kunnað varð um ”Fylgjarakortið” hjá MBF. d).   Kunnað varð um atkvøðugreiðslu, tá skúli verður lagdur niður. e).   Kunnað varð um kommunala heimild at krevja vetrarfriðing. f).   Kunnað varð um skattainntøkuna hjá kommununi fyri apríl 2015. 11. Samtykt varð at geva byggiloyvi til hønuhús á matr. nr 12b í Porkeri. Meðan hetta mál var fyri, var Rannvá Albinus ikki við á fundinum. Porkeris Bygdarráð.