Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 2. apríl 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at halda fast við verandi samtykt, at vit gjalda ikki meira fyri 2018, enn vit fáa inn í forskatting av eftirlønum og endurgjald fyri útisiglarar. 2. Porkeris kommuna er fyri at avtaka felagið. 3. Samtykt er at geva loyvi at stoypa garð eftir markinum eystan fyri sethúsini á matr.nr. 1t. 4. Samtykt er at flyta kr. 60.000,- millum konto 147900 og rakstrarstað 150. 5. Samtykt er at játtað Porkeris kvøldskúla 160 tímar fyri veturin 2019/2020. 6. Samtykt er at stuðla 2a í Miðnámsskúlanum. Samtykt er ikki at stuðla Kvinnuhúsinum. Samtykt er ikki at stuðla verkætlan hjá 10 flokki á Tvøroyri. Samtykt er at stuðla Alzheimerfelagnum. Samtykt er at stuðla bú- og starvsfólki á Hamragarði. 7. Kunnað bleiv um skriv frá Porkeris kirkjuráð, viðv. gamla kirkjugarði. Kunnað bleiv um átakið ” Gáloysni ” og samtykt er at keypa ein átakspakka frá RFF. Kunnað bleiv um Ferðslutrygdarætlan 2019 – 2027. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri mars: 841.940,- Porkeris Bygdarráð.