Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mándagin 13. apríl 2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at geva byggiloyvi til umbygging av sethúsinum á matr. nr. 44b Porkeri, og samtykt varð at geva loyvi at gera parkeringsøki sunnan og vestan fyri sethúsini á matr. nr. 44b. Samtykt varð, at bygdarráðið fer á staðið, áðrenn bygging kann byrja. Meðan hetta mál var fyri, var Rannvá Albinus ikki við á fundinum. 2. Samtykt varð at gera eina  1- árs  avtalu við Landsverk  um salting og kavarudding  av vegnum oman til Skúladepilin í Suðuroy. 3. Samtykt varð at loysa trupulleikarnar. 4. Bygdarráðið er samt um at fríðka um økið á Gøttteiginum, og um at innheinta tilboð uppá, hvat ætlaða spæliplássið kemur at kosta. 5. a.  Umsóknin ikki gingin á møti. b.  Samtykt varð at játta  20.000 krónur. Mikkjal var ikki við undir viðgerðini. c.  Samtykt varð at játta 1.000 krónur. d.  Samtykt varð at játta 1.000 krónur. e.  Samtykt varð at játta 1.000 krónur. f.  Umsóknin ikki gingin á møti. g.  Umsóknin ikki gingin á møti. h.  Umsóknin ikki gingin á møti 6. Borgarstjórin kunnaði um skriv frá Heimara Parti um vetrarfriðing. Síðan kunnaði hann um álitisskriv um ”Eftirskúlan” og um skattainntøkuna  hjá kommununi fyri februar/mars 2015. 7. Samtykt varð at keypa ein hjartastartara. Porkeris Bygdarráð.