Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 10. mars 2014. Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. Hetta er tann útsetti fundurin, ið var ásettur at vera 7. apríl 2014. 1. Punkt 1. Samtykt varð at taka undir við starvsheitinum ”Suðuroyar Eldratænasta”. Punkt 2. Samtykt varð, at umsitingin verður skipað undir leiðslu av einum økisleiðara, ið hevur fíggjar- og leiðsluútbúgving. Samtykt varð, at umsitingin skal vera staðsett í Vági, og at umsitingin av eldraøkinum skal hava ein sjálvstøðugan roknskap. Punkt 3. Samtykt varð at taka undir við øllum tí framsetta í hesum punkti. Punkt 4. Samtykt varð, at ognarviðurskiftini verða broytt soleiðis, at allar kommunurnar eftir 1. januar 2015 í felag koma at eiga allar eldrabústaðirnar í Suðuroynni. Punkt 5. Samtykt varð, at nýíløgur skulu leggjast fyri bygdarráðini til støðutakan. Punkt 6. Samtykt varð at taka undir við punkt 6. Punkt 7. Samtykt varð at taka undir við punkt 7. Punkt 8. Samtykt varð at taka undir við punkt 8. Punkt 9. Samtykt varð at taka undir við punkt 9. 2. Samtykt varð at útseta hetta mál til næsta fund. 3. Samtykt varð, at John Jensen fær byggiloyvi til drívhús í garðinum hjá sær. 4. Samtykt varð at góðtaka sundurbýti av matr. nr. 7b. 5. Samtykt varð at stuðla umsóknina við 3.000,00 krónum. 6. Samtykt varð at stuðla hesa umsókn, men støða verður tikin til stuðulsupphæddina á næsta fundi. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð