Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 14. mars 2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at taka undir við sáttmálanum og at vit sjálvi avgreiða fíggjarliga partin. 2. Samtykt varð at leiðarin verður settur fulla tíð, treytað av, at tað verður innanfyri verandi karmar. Meðan hetta mál var viðgjørt, var Sveinur Bech ikki á fundi. 3. Samtykt varð at heita á nevndina fyri Suðuroya Musikkskúla, um at halda seg til niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni og gera innstilling til bý- og bygdarráðini. 4. Samtykt varð um ikki at taka undir við innrætting av umsitingarhøli á Hamragarði. 5. Samtykt varð um ikki at stuðla Víkingadøgum í Hovi, ”Einum degi uppi í Kanada” og  8 fl. í Fuglafjarða skúla. 6. Kunnað var um skattainntøkurnar fyri februar 2016. Porkeris Bygdarráð.