Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mándagin 2. mars 2015.   Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð, at Porkeris kommuna er við í keypinum av einum bjargingarbáti til bjargingarliðið í sunnaru helvt í Suðuroy. 2. Samtykt varð at stuðla Barnabata við 1.000 krónum. 3. Samtykt varð at stuðla umsóknina frá SSP við 750 krónum. 4. Samtykt varð at stuðla umsóknina frá ” SUSVIM ”  við  2.000 krónum. 5. Samtykt varð ikki at ganga umsóknina frá Musikkskúlanum á møti. 6. Samtykt varð at ganga umsóknina frá ” Eldrahugna ”  á møti. 7. Semja varð um at taka undir við, at allar kommunurnar í Suðuroy senda eitt felags hoyringsskriv til Mentamálaráðið viðvíkjandi skúladeplum. 8. Kunning: a).  Skriv frá Jarðfeingi um loyvi at gera vindkanningar í høgunum í Porkeri. b).  Skriv frá Porkeris skúlastýri har ført verður fram, at neyðugt verður at gera fleiri ábøtur   á skúlan, nú hann er vorðin nakað gamal og slitin. c).  Borgarstjórin kunnaði bygdarráðið um eina íløguætlan tíðarskeiðið 2015/2020 Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð.