Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 10. mars 2014. Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð við fyrstu viðgerð broytingarnar í kommunustýris- og fundarskipanini. 2. Samtykt varð, at stýrið fyri Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi velur limin í brúkararáðið. 3. Samtykt varð at velja Maluna Hentze, Sumba sum lim í upptøkunevndina fyri økið 5. 4. Samtykt varð at stuðla námsferð til Íslands við 3.000,00 krónum. 5. Semja varð um at útseta viðgerðina av umsóknini frá FC-Suðuroy til næsta fund. 6. Samtykt varð ikki at ganga umsóknina frá MENT á møti. 7. Samtykt varð ikki at ganga umsóknina frá Eiler Fagraklett á møti. 8. Semja varð um at útseta málið um Lítlu Dímun til næsta fund fyri at kanna málið nærri. 9. Samtykt varð at stuðla vælgerðarfelagið ”Næstin” við 5.000,00 krónum. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð