Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi týsdagin 6.  februar  2018  kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at hava tiltakið Ung í arbeiði 2018. 2. Samtykt er at stuðla Suðuroyar Svimjifelag. Semja er um ikki at stuðla bóltfelagnum Royn. Semja er um ikki at stuðla Summartónar 2018. 3. Kunnað bleiv um skattainntøkurnar fyri januar: kr 645.169. Kunnað bleiv um, og samtykt, at keypa tvær gassgrýtir. Kunning um at Landsverk setur upp gabiónir við inngongdina til Miðnámsskúlan. Kunnað bleiv um og samtykt at samstarva við Vágs kvøldskúla viðv. undirvísing í prutlkoyrikortið. Kunnað bleiv um tilboð frá SH-Bygg viðv. Dagrøktini. Samtykt var at taka av tilboðnum. Meðan hetta mál var fyri, vóru Mikkjal Sørensen og Sveinur Bech ikki við á fundi. Porkeris Bygdarráð.