Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 15. februar 2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt var at gera umvælingar av takinum í skúlanum, samtykt var eisini at keypa Refersh PZ gólvmodel rustfrítt stál. Eisini var samtykt at taka av tilboðið um at gera hátalara-annlegg í skúlanum. 2. Samtykt var at taka av tilboði samb. skrivi frá Martin E. Leo og at fáa hjálp til góðskuhandbók til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. 3. Samtykt var at broyta § 3 til soljóðandi: Felagið verður stjórna av 7 limum, 6 verða valdir á aðalfundi og 1 valdur av Porkeris kommunu. Nevndarval annaðhvørt ár. Miðað verður ímóti at javnstøða er í nevndini. Í § 11 verður fimm broytt til fýra. 4. Samtykt var at játtað stuðul til Eldrahugnan í Porkeri við kr. 20.000,00 og til FC Suðuroy við kr. 10.000,00. Samtykt var ikki at veita stuðul til inniróður í Boston. Porkeris Bygdarráð.