Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum mánadagin 20. januar 2020 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at gera garðin og umvæla vegin oman til Heygsneyst. 2. Samtykt er ikki at stuðla Føroysku Barnahjálpini. Samtykt er at stuðla FC Suðuroy kappingarárið 2020. Saktykt er at stuðla U13 og U15 hjá FC Suðuroy til Dana Cup 2020. 3. Kunnað og samtykt bleiv at taka av tilboðið frá Formula um keyp av 360-journalskipan. Kunnað bleiv um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar. Kunnað bleiv um almannatrygd og vælferð. Kunnað bleiv um broytingar í uppskotinum um vælferð og um tvingsil og onnur inntriv í sjálvavgerðarrættin. Kunnað bleiv um uppskot til broyting í revsilógini. Kunnað bleiv um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd og løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni. Kunnað bleiv um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í kærunevnd í lendismálum. Kunnað bleiv um uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um taðing. Kunnað bleiv um skriv frá skúlastýrinum viðv. skúlastovunum o.a. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri desember: kr. 944.442. Samtykt er at seta skelti upp á parkeringsøkinum, sum vísir at parkeringsplássið bert er til persónbilar og vøruvognar. Porkeris Bygdarráð.