Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 8. januar 2019 kl. 18.00
Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe
og Emily Poulsen.
1.
Samtykt er at stuðla Susvim.
Samtykt er at stuðla Porkeris Bygdarsavnið.
2.
Kunnað bleiv um hesi uppskot, ið eru komin til hoyringar:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í kunngerð um revsilógini.
Uppskot til kunngerð um útbjóðing av aliloyvum.
Uppskot til kunngerð um tillutan av aliloyvum.
Uppskot til kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum.
Uppskot til kunngerð um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. (Skipa serflokkar)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum og uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn.
Uppskot til kunngerð um undirvísing og próvtøku í musikkskúlaskipanini, herundir kærur
og kærufreistir.
Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri desember: kr. 839.215
Porkeris Bygdarráð.