Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 18. januar  2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at gera tær broytingar í byggisamtyktini sambært kunngerð frá Porkeris kommun, ið er fráboðað á heimasíðuni hjá kommununi og í kunngerðartalvuni. 2. Samtykt varð at steðga við at gjalda avdrøgini  av lánunum í Suðuroyar Sparikassa galdandi árið 2016. 3. Samtykt varð at stuðla hesar umsóknir: a).   Umsókn frá Porkeris Bygdarsavni. b).   Umsókn frá ”Porkeris Bátarsavni”. c).   Umsókn frá Suðuroyar Svimjifelag. d).   Umsókn frá Kappróðrarfelagnum í Vági. 4. Samtykt varð at góðkenna kvøldskúlaundirvísingina við Porkeri skúla skúlaárið 2015/2016. 5. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá BKE uppá salting og kavarudding av vegunum her í bygdini. 6. Kunning: Kunnað varð um teir ymisku brandpostarnar her í bygdini og um hvørja støðu, teir vóru í. Kunnað varð um skattainntøkuna hjá kommununi fyri des. Mánað 2015. Porkeris Bygdarráð.