Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 13. januar 2014. Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at velja Mikkjal Sørensen sum fastan lim í stýrið í Suðuroyar Barnaverndartænastu. Samtykt varð at velja Rannvá Albinus sum varalim í stýrið í Suðuroyar Barnaverndartænastu. 2. Samtykt varð at velja Birgir Veyhe sum umboð í Barnaverndarnevndina. 3. Samtykt varð at stuðla Porkeris Bygdarsavn við einari upphædd stórari krónur 25.000,- til raksturav savninum fíggjarárið 2014. 4. Borgarstjórin Mikkjal Sørensen kunnaði bygdarráðið um yvirslag sum Petur á Lava Olsen hevði gjørt um ábøtur og kostnað av Læknamiðstøðini á Løghamri. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð