Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum tórsdagin 5. desember 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Tikið verður ikki undir við skrivi frá Suðuroyar Sjúkrahúsi. 2. Samtykt er at taka undir við samanlegging av matr.nr. 648b, 338b og 648c í Vági. 3. 1. viðgerð av eykajáttan fyri 2019 samtykt. 4. Samtykt er ikki at stuðla Felagnum Føroysk Træseglskip. Samtykt er at játtað 1 tíma um vikuna til sangundirvísing í Porkeris skúla. Samtykt er at játtað Heilsurøktaranæmingum mars 19 stuðul til námsferð í 2020. Samtykt er at stuðla Lions Club Suðuroy við keyp av jólakalendaranum. Samtykt er at stuðla Suðuroyar Svimjifelag fyri árið 2020. Samtykt er at stuðla Porkeris Bygdarsavni fyri árið 2020. 5. Kunnað bleiv um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjón, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri november: kr. 792.324 Porkeris Bygdarráð.