Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi týsdagin 19.  desember  2017   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. 2. viðgerð av eykajáttan til fíggjarætlan 2017 er samtykt. 2. Samtykt er at geva loyvi til niðurtøku av verandi úthúsum á matr. 38c 3. Semja er um ikki at stuðla KRIS/SALT Semja er um ikki at stuðla Felagnum Føroysk Træseglskip Samtykt er at stuðla Vágs Kappróðrarfelag. Samtykt er at stuðla útgávu av fløgu hjá Sigmund Andreasen. Samtykt er at stuðla Borðspælinum Hildarting. 4. Kunnað bleiv um skattainntøkurnar fyri november 2017, kr.  773.003,- Kunnað bleiv um búmerki til draktir hjá Tvøroyrar Fimleikafelag. Hesi mál komu afturat á skrá: 5. Porkeris Kvøldskúli Samtykt er at taka undir við ætlanini fyri 2017 / 2018. Ásetan av bygdarráðsfundum fyri 2018: Samtykt er at hava fundir hesi tíðspunkt: 9. januar, 6. februar, 6. mars, 10. apríl, 8. mai, 12. juni, 26. juni, 4. september, 2. oktober, 6. november, 20. november & 4. desember 2018. Porkeris Bygdarráð.