Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi fríggjadagin 16.  desember  2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt er at geva eina eykajáttan til umvæling av bygningum konta 1651 = kr. 300.000,00 og takast av likvidum. 2. Samtykt varð at geva byggiloyvi til Gudfinn og Jonny Olsen smbrt. innsendum tekningum av matr. nr. 34a. 3. Samtykt varð at hava bygdarráðsfundir í 2017 hesar tíðir: 9. januar,  6. februar,  6. mars,  3. apríl,  1. mai,  29. mai,  26. juni,  4. september,  2. oktober, 6. november,  27. november,  & 11. desember. Allir fundir eru mánadag kl. 18.00. 4. Samtykt varð at játta kr. 1.500,00 til árligu jólaveitsluna í Húsinum við Á. Samtykt varð ikki at játta stuðul til Heilafelagið. Samtykt varð at játta kr. 1.000,00 til KRIS. Samtykt varð ikki at játta stuðul til bókina “ Lítlu Dímun “. Samtykt var at játta kr. 1.000,00 til Barnabata. 5. Kunnað var um skattainntøkurnar fyri november 2016 sum er kr. 731.053,00. Porkeris Bygdarráð.