Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 30. november  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. 1. Við aðru viðgerð varð uppskotið til fíggjarætlan hjá Porkeris kommunu fyri fíggjarárið 2016 einmælt samtykt uttan nakrar broytingar. Fíggjarætlanin hjá Porkeris kommunu fyri fíggjarárið 2016 varð sostatt einmælt góðkend á hesum bygdarráðsfundi og undirskrivað,  og javnvigar hon við 12.359.927 krónum. Inntøkuskatturin kemur at vera 8.044.344 krónur. Skattaprosentið er  21%,  og barnafrádrátturin er 6.500 krónur fyri hvørt barnið. 2. Samtykt varð at góðtaka leigusáttmálan millum Hovs-, Porkeris-, Sumbiar- og Vágs kommunu og Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy galdandi fyri árið 2015. 3. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá ”LEMU”  uppá  ljós/lampur til skúlan í sambandi við umvælingina. Porkeris Bygdarráð.